Kringvarpið er farið undir at senda 16 framløgur frá Vísindavøkuni 2026. Fyrsta sendingin snúði seg um álvarsomu búskaparkreppuna í Føroyum í 1990-unum, tá føroysku bankarnir komu í stórar fíggjarligar trupulleikar.
Jens Christian Svabo Justinussen, lektari í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetrinum, greiddi frá kreppuni og ávirkanini, hon hevði á fólkaræðið í Føroyum.
Sjóvinnubankin hóttur av húsagangi
Í framløguni varð greitt frá, hvussu føroyski búskapurin fór at ganga afturá í 1989. Veiðan minkaði, og fiskaprísirnir fullu.
Tann 6. oktober 1992 kom Sjóvinnubankin í álvarsamar fíggjarligar trupulleikar.
Danska Fíggjareftirlitið kravdi, at bankin fekk tilført nýggjan kapital. Annars hótti húsagangur.
Støðan var álvarsom, tí fór bankin á húsagang, kundi tað fáa víðfevndar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.
Løgmaðurin Atli Dam og Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fóru tí til Keypmannahavnar at hitta danska forsætisráðharran Poul Schlüter og biðja um fíggjarliga hjálp.
16 framløgur verða sendar
Fyrilesturin hjá Jens Christiani Svabo Justinussen var tann fyrsti í røðini, sum Kringvarpið fór undir at senda 3. november.
Átta framløgur verða sendar í heyst, og aðrar átta verða sendar í vár.
Sendingarnar eru á skránni hvørt týskvøld beint eftir Dag og viku.
Endamálið við Vísindavøkuni er at økja um áhugan fyri gransking og gera granskingarúrslit betur kend í føroyska samfelagnum.
Framløgurnar kunnu eisini síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.