Vit skulu vænta at fáa heilt nógvan vind í morgin, so nú er tað eitt gott hugskot at tryggja alt, sum liggur leyst, og sum kann verða tikið av vindi og gera skaða.
Hans Kjølbro á Veðurstovuni sigur, at hann verður sunnan í ættini og at fram ímóti mikumorgunin fer vindurin at veksa upp í hvassan vind, tað eru 15 metrar um sekundið - og tað fer at regna.
Fyrrapartin mikudagin veksur vindurin upp í skrið, 18 metrar um sekundið, men út á seinnapartin veksur vindurin enn meiri, upp ímóti stormi, 22 metrar um sekundið og samstundis fer ættin eitt sindur vesturum, men tá heldur upp at at regna.
Mikukvøldið er skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 metrar um sekundið samdrigið og ælaveður.
Hann sigur, at er er talan um miðal vind, so í hvirlunum kann tað verða strangt, yvir 30 metrar um sekundið mikudagin og mikukvøldið.
Hann sigur, at í Vágum og í Norðurstreymoy, og tann vegin, verður kanska eitt sindur meiri vindur enn aðrastaðni - men tað er lítil munur á. Men so er tað ógvuliga lokalt, hvussu ættin er, summstaðni er hon betri enn aðrastaðni.
Hanus Kjølbro sigur, at mikukvøldið verður tað ringast tí hósnáttina minkar vindurin aftur og tá ið komið er til middags hósdagin, er hann komin niður í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 metrar um sekundið og tað verður hálvskýggjað og ælaveður.
Og so er illveðrið av á hesum sinni, sigur Hanus Kjølbro.
Hann sigur, at afturfyri sær heilt gott út um vikuskiftið, undir 10 metrar um sekundið vestaneftir og kanska sæst sólin eisini inn ímillum onkustaðni, men aðrastaðni verður ælaveður.
Hanus Kjølbro sigur, at eitt hátrýst fer at leggja seg úr Írlandi heilt upp til Íslands og tað blokerar fyri, at vit fáa eitt lágtrýst afturat hendavegin.