Meira enn helmingurin av føroysku fyritøkunum eru nýskapandi. Tað vísa nýggj hagtøl um nýskapan í Føroyum. Men hagtølini vísa eisini eina aðra mynd: Tá ið tað snýr seg um at menna nýggjar vørur og tænastur, liggja føroyskar fyritøkur væl aftan fyri grannalondini.
Tað eigur at fáa okkum at steðga á. Tí tað er serliga við nýggjum vørum, tænastum og framleiðsluhættum, at vit kunnu skapa størri virði úr tí tilfeingi, vit longu hava, vísir Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, á í oddagrein í Vísindavøkublaðnum. Hon skrivar:
Tilfeingi hava vit nógv av. Stór og virðismikil náttúrutilfeingi svimja og flóta kring okkum. Tey eru grundarlagið undir fiskivinnuni og alivinnuni og undir eini fjøld av fyritøkum, sum veita hesum vinnum vørur, tøkni og tænastur. Harumframt hava vit vitan, royndir og førleikar, sum eru ment gjøgnum ættarlið.
Kortini fáa vit ikki nóg mikið burtur úr hesum tilfeingi.
Í áratíggju hava vit tosað um at gagnnýta sjófeingið betur, skapa størri virðisøking og fáa meira av virðisskapanini at fara fram í Føroyum. Nógv er hent, eisini nýliga við nýggja Mat- og og tilfeingishúsinum, men samanbera vit okkum við eitt nú Ísland og Noreg, kunnu vit framvegis gera nógv meira.
Á arbeiðsferð í Íslandi í fjør heyst sóu vit fleiri dømi um fyritøkur, sum hava skapt nýggjar vørur og munandi virðisøking við at gagnnýta tilfeingið á nýggjar hættir. Felags fyri søgurnar var, at menningin ikki var komin av sær sjálvari. Miðvís politisk átøk høvdu stóran týdning: íløgur í hægri útbúgving, gransking og nýskapan, skattafyrimunir til granskingar- og menningarvirksemi og góð umhvørvi við atgongd til vitan, ráðgeving og samstarv. Harumframt eru marknaðaratgongd og fígging sjálvsagdar fortreytir.
Nýskapan snýr seg tí ikki bara um at hjálpa nýggjum íverksetarum. Vit skulu eisini skapa karmar, sum gera tað attraktivt hjá verandi fyritøkum – stórum sum smáum – at gera íløgur í gransking, nýskapan og nýggja tøkni.
Stuðulsskipanir til vinnuliga menning leggja ofta dent á smáar og miðalstórar fyritøkur. Men nakrar fáar stórar fyritøkur kunnu hava serliga stóran týdning fyri gransking, nýskapan og tøkniliga menning. Tí mugu vit bæði styrkja nýskapanarførleikarnar hjá teimum smærru og tryggja góðar karmar hjá fyritøkum, sum hava orku til stórar og langsiktaðar íløgur.
Nøkur tekin eru um, at økið nú fær størri politiska raðfesting. Í ólavsøkufrágreiðing løgmans verður boðað frá eini skipan, har vinnan kann fáa skattafrádrátt fyri at seta pening í granskingargrunn. Eisini er ætlanin at samskipa Fiskivinnugrunnin og Fiskivinnuroyndir í eina skipan, sum skal stuðla gransking, menning og virðisøking.
Hetta kunnu vera týðandi stig. Men skulu vit veruliga flyta okkum, krevst eitt samanhangandi og langsiktað arbeiði við greiðari kós.
Vit hava tilfeingið, fyritøkurnar, vitanina og førleikarnar. Spurningurin er, um vit vilja skapa karmarnar, sum gera tað møguligt at fáa meira burtur úr teimum.
Les oddagrein og aðrar greinar um gransking og nýskapan í Vísindavøkublaðnum her.