Ongi úrslit

Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin er í okkara túni

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin
3 tímar síðan

Russland hevur seinastu mánaðirnar økt munandi um hybridkríggið móti Vesturheiminum. Álop og sabotasja, sum vóru óhugsandi fyri stuttari tíð síðan, verða nú framd. Eisini kunnu vit vænta, at Russland fer at trýsta okkum enn meir í komandi tíð, og tað kann ikki útilokast, at Russland fer at leypa á eitt annað land.

Tað var boðskapurin hjá donsku verjuni og Forsvarets Efteretningstjeneste í dag. Faktiskt segði verjumálaráðharrin, at støðan er meira álvarslig nú, enn hon nakrantíð hevur verið síðan kalda kríggið endaði.

Enn er ítøkiliga trygdarstøðan ikki versnað í Føroyum. “So far, so good” freistast mann at siga. Men tað merkir ikki, at vit í Føroyum kunnu vera líkasæl. Vit kunnu ikki lata standa til, til hóttanin stendur í okkara egna túni.

Tí vit mugu eisini skilja, at endamálið hjá Russlandi er ikki einans at vinna á Ukraina. Russland hevur eisini áhuga í einum veikari og meira sundurskiltum Vesturheimi. Hybridálopini frá Russlandi snúgva seg um at skapa ótryggleika og ósemjur millum okkum. Um vit byrja at ivast í hvørjum øðrum, venda ryggin til okkara sameindu, ella hugsa, at hetta bara er ein trupuleiki hjá londunum, sum liggja upp at Russlandi, so hevur Russland longu partvíst vunnið.

Tí er tað týdningarmikið at vit standa saman – eisini í Føroyum.

Tað kann vera lætt at hugsa, at hetta er langt burturi, og at vit tí einki hava við hetta stríðið at gera. Vit hava ongar russiskar stríðsvognar nærhendis, og sum nevnt er eingin beinleiðis hernaðarlig hóttan móti Føroyum í løtuni. Men tann trygd og tann friður, vit hava notið gott av í áratíggju, kunnu vit ikki longur taka fyri givið.

Vit verða noydd til – fram um alt – at standa saman við teimum londum, sum vit deila trygd og virðir við.

Vit kunnu hava okkara egnu áhugamál og egnu áskoðanir – tað hava øll lond – men tá tað kemur til grundleggjandi trygd og frið í okkara parti av heiminum, mugu vit skilja, at samhaldsfesti og samanhald eru ein styrki.

Anna Falkenberg,
fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

9 tímar síðan