Ongi úrslit

Vit mugu ansa eftir hvørjum øðrum

Bjarni Kárason Petersen, løgtingslimur
2 tímar síðan

Seinastu árini er tørvurin á tilbúgving broytt grundleggjandi. Heimurin er vorðin meira óstøðugur, og kunnu alsamt fleiri álvarsamar støður uppstanda, ið krevja eina nøktandi handfaring frá myndugleikunum, ella samfelagið í sínari heild.

Tí er tað týdningarmikið, at vit megna at ansa eftir hvørjum øðrum. At vit eru fleiri, ið kunnu traðka til, tá ið á stendur.

Fyri at tryggja at føroyska samfelagið er so mótstøðuført sum yvirhøvur gjørligt, og til reiðar at handfara álvarsamar kreppustøður, hevur Framsókn lagt uppskot fyri tingið, ið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at skipa fyri eitt útbúgvingartilboði, ið skal geva føroyingum grundleggjandi førleikar innan tilbúgving.

Endamálið er at tryggja, at føroyingar sum heild eru væl fyri at loysa tilbúgvingaruppgávur. Útbúgvingin kann stuðla upp undir, at samfelagið hevur fleiri skikkaðar borgarar, ið kunnu bjóða seg fram at hjálpa í samband við álvasomum hendingum.

Endamálið má vera at at útbúgva breitt, fyri at útvega einskaklingum týdningarmiklar og enntá lívbjargandi førleikar, men eisini at geva fólki fortreytirnar at byrja eina yrkisleið innan tilbúgvingarøkið sum heild, eitt nú innan leiting og bjarging, sløkkilið, løgreglu, sjúkraflutning ella tilbúgvingarsamskipan.

Útbúgvingin kundi verið eitt 6 mánaðar skeið, har mann fekk undirvísing innan eitt nú fyrstuhjálp, navigatión, roykkaving og eldsløkking, KT-trygd, løgregluupgávur, dronuflúgving og kreppustýring.

Nýggjar avbjóðingar krevja, at vit eru til reiðar. Ein slík útbúgving kundi tryggjað, at vit eru enn meira fyrireikaði, tá ið kreppa rakar.

Bjarni Kárason Petersen
løgtingslimur

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

22 tímar síðan