Ongi úrslit

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður
1 tími síðan

Nú vil partur av Fólkaflokkinum, at allar tubbaksvørur skulu inn í rúsuna. Tann sokallaði frælsislynti flokkurin, sum plagdi at siga, at landi ikki noyðist at uppala okkum borgarar, tí at vit vita best sjálvi hvussu vit liva okkara lív.

Men heldur enn at koyrt tubbak í Rúsuna, so haldi eg at vit skuldu koyrt rúsdrekka út í vanligu handlarnar.

Tí tað er ríkiligt av formyndaríi í samfelagnum sum er. Vit verða frammanundan reguleraði úr enda í annan, antin sosialt, religiøst ella løgfrøðiliga, og alt sum er ljótt fær ein eyka skatt frá landinum.

Hendan trongdin at banna, avmarka, skatta, yvirvaka og uppala fær ikki ein enda, fyrr enn onkur sigur frá, at nú er nóg mikið - eisini tá tað í snýr seg um okkurt, sum í síðsta enda ikki er gott fyri okkum, so sum tubbak, snús og orkudrykkir.

Tí hetta snýr seg um nógv meira enn hvørt tað skal vera praktiskt, bíligt og ósunt, ella trupult, dýrt og heilsugott. Hetta snýr seg eisini um menniskjasýn.

Tí um vit ikki hava frælsi at velja millum tað góða og tað ringa, tá verður frælsi fullkomiliga meiningsleyst og uttan innihald. Hava vit ikki frælsi at taka býttar ella skeivar avgerðir, so hava vit heldur ikki myndugleikan at taka góðar ella rættar avgerðir - og so mennast vit ikki sum menniskju.

Føroyar skal vera eitt frælst land, har vit hava virðing fyri og álit á borgaranum.

Tí skulu vit hava meira frælsi, ikki minni.

Bjarni Kárason Petersen,
løgtingsmaður

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Í gjár kl. 09:14

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Í gjár kl. 15:20

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

20 tímar síðan