Føroyar eru eitt ríkt land. Vit hava stór náttúruríkidømi, dugnaligt fólk og sterkar fyritøkur. Men eitt ríkt land er ikki tað sama sum eitt javnt samfelag.
Tann avgerandi spurningurin er ikki bara, hvussu nógv virði vit skapa, men hvussu virðini verða býtt, og hvør hevur veruliga ávirkan á samfelagið.
Vit hava sæð áður, hvat kann henda, tá ov nógv vald og ov stór virði savnast á fáum hondum. Í 1980'unum varð nógv bygt upp við almennum stuðli, veðhaldum og lánum. Tá tað gekk væl, vóru vinningarnir privatir. Tá tað gekk galið, endaði rokningin hjá øllum samfelagnum.
Úrslitið kenna vit. Kreppa, arbeiðsloysi og ein stór fráflyting.
Tí eiga vit at læra av søguni.
Felags virði skulu vera felags.
Havið, fiskurin og firðirnir eru okkara felags tilfeingi. Tey skulu skapa arbeiðspláss og eitt sterkt vinnulív, men tey skulu eisini koma øllum samfelagnum til góðar.
Vit skulu hava fyritøkur, sum vaksa, gera íløgur og tjena pengar. Men vit mugu ansa eftir, at ríkidømið og valdið ikki savnast hjá einum alsamt minni parti av fólkinum.
Tað sama er galdandi fyri felags virði, sum føroyingar hava bygt upp gjøgnum fleiri ættarlið.
Nú umboðsráðsval er hjá Betri, er vert at spyrja, hvat endamálið við einum slíkum umboðsráði í veruleikanum er.
Um eitt umboðsráð fyrst og fremst gevur eina mynd av fólkaræði, men hevur avmarkaða veruliga ávirkan á tær stóru og grundleggjandi avgerðirnar, so eiga vit at tora at seta spurning við sjálva skipanina.
Vit hava ikki brúk fyri pseudoarbeiði fyri at halda lív í eini kenslu av fólkaræði.
Fólkaræði skal hava innihald. Annars eigur skipanin at broytast – ella takast av.
Ein bústaður er eitt heim
Ójavnin sæst eisini á bústaðarmarknaðinum.
Nógv verður bygt, men kortini hava nógv fólk ilt við at finna ein bústað, tey hava ráð til. Samstundis standa bústaðir tómir, og aðrir verða tiknir av vanliga bústaðarmarknaðinum og nýttir til stutttíðarleigu.
Fólk kunnu enntá verða noydd úr bústaðnum um summarið, tí hann kann geva meira í inntøku frá ferðafólki.
Tað er ikki ein haldgóð gongd.
Ein bústaður kann vera ein íløga, men hann er fyrst og fremst eitt heim. Vanlig fólk skulu kunna skapa sær eina framtíð í Føroyum uttan at vera fødd inn í rætt familju, arva kapital ella seta seg í eina skuld, sum fylgir teimum meginpartin av lívinum.
Vit skulu ikki hava eitt vit og tit Føroyar.
Eitt javnari samfelag merkir ikki, at øll skulu hava tað sama.
Tann, sum arbeiðir nógv, tekur váða og skapar arbeiðspláss, skal sjálvandi kunna fáa ágóða av tí.
Men eitt samfelag verður skeivt, um summi fáa atgongd til okkara felags virði, meðan onnur bara fáa rokningina.
Vit skulu ikki hava eitt Føroyar fyri tey, sum eiga, og eitt annað fyri tey, sum leiga.
Eitt Føroyar fyri tey, sum hava kapital, og eitt annað fyri tey, sum liva av lønini.
Eitt Føroyar fyri tey, sum hava atgongd til valdið og tilfeingið, og eitt annað fyri tey, sum standa uttanfyri.
Vit skulu ikki hava eitt vit og tit Føroyar.
Tað er serliga týdningarmikið fyri tey ungu.
Um ung fólk síggja eitt ríkt land rundan um seg, men sjálvi ikki hava ráð til bústað ella møguleika at byggja sær eina framtíð her, so hava vit ein grundleggjandi trupulleika.
Tá hjálpir lítið at siga, at búskapurin gongur væl.
Eitt samfelag er ikki veruliga ríkt, um ein alsamt størri partur av fólkinum kennir seg fátækan í møguleikum.
Vit eiga at byggja Føroyar á eina einfalda hugsan:
Felags virði skulu koma felagsskapinum til góðar. Vinna skal hava góðar karmar, men eisini ábyrgd. Fólkaræði skal vera veruligt. Og vanlig fólk skulu hava ráð til at búgva og liva í sínum egna landi.
Vit skulu byggja eitt samfelag, har tað ikki snýr seg um vit og tit, men um okkum øll.
Tað er eitt javnari samfelag.
Og tað eru tær Føroyar, vit eiga at byggja.
Jóhan Carl Dam