P/f Wenzel er skrásett sum vinnari av útboðnum hjá Gjaldstovuni um dekk- og oljuskift til akfør hjá Almannaverkinum. Tilboðsprísurin er ikki upplýstur á Keypsportalinum.
Almannaverkið eigur umleið 169 akfør, og umleið 100 teirra eru fevnd av útboðnum. Aðrir almennir stovnar kunnu eisini gerast partur av avtaluni. Ætlanin er at gera ein trý ára rammusáttmála.
Prísurin taldi 100 prosent
Prísur hevði 100 prosent av vektingini, tá tilboðini vórðu mett.
Avtalan fevnir millum annað um olju- og dekkskift, verkstaðstænastur, koyring til og frá verkstaði og dekkhotel.
Dekkini skulu sum meginregla skiftast tvær ferðir um árið. Veitarin skal eisini hava tøkt verkstað, og Almannaverkið skal hava fremstu raðfesting í vanligari arbeiðstíð.