Ongi úrslit

William heldur fram í B36

Danski álopsspælarin og B36 hava í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála

B36
1 tími síðan

William Rygaard verður eisini í B36 í 2027 og 2028. Sáttmálin var undirskrivaður í kvøld.

19 ára gamli framherjin kom til Føroya í summar, og framstigini hava verið sjónlig hesa tíðina.

- Eg trívist sera væl í Føroyum, og eg eri fegin um møguleikan at halda fram í B36. Eg eri spentur og sannførdur um, at vit fara at menna okkum sum hópur, og bæði persónliga og fótbóltsliga taki eg meg nógv fram hvønn dag, sigur hann.

William Rygaard kom til B36 úr AGF í summar. Har vóru fótbóltsevnini eyðsýnd, hóast tað var trupult at fáa spælitíð í danska meistarafelagnum.

Hann er ein ungur og kroppstórur framherji við stórum menningarmøguleikum, sum eisini skal fáa tíð at venja seg við nýggjar umstøður, heldur Jákup á Borg, høvuðsvenjari.

- William arbeiðir beinhart hvønn dag, hann er viljasterkur, og hann er ein góður og stuðlandi liðfelagi. Í dystum rennur hann eisini í røttu støðurnar, og tað er bara spurningur um tíð, áðrenn hol kemur á málskjótingina. Ungir spælarar skulu fáa álit og tol, og vit ivast ikki í, at hann fer at mennast nógv her hjá okkum, sigur Jákup á Borg.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Breyt fleiri rútar á løgreglustøðini

7. oktober kl. 07:44