Fult hús var á Norðuratlandsbryggjuni í Keypmannahavn í dag, tá ið yvir 200 fólk vóru komin at hoyra fyrilestur hjá føroyska fólkatingsmanninum, Sjúrði Skaale, um søguliga og núverandi sambandið millum Føroyar og Russland.
Tað skrivar Sjúrður Skaale á Facebook.
Á fyrilestrinum varð ljós varpað á, hvussu sambandið millum londini er ment gjøgnum tíðina, og hví russiski áhugin fyri Føroyum snýr seg um annað og meira enn fiskivinnu og handil.
Millum áhoyrararnar var heimskendi íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson, sum sjálvur skuldi hava eina framløgu seinni á degnum.
Einar Már hevur nýliga givið út bókina Frá høvur til hæl, sum viðger sambandið millum Danmark og Ísland – bæði á persónligum og politiskum støði, skrivar Sjúrður Skaale og leggur afturat, at tað kanska er nokkso sigandi fyri júst hetta sambandið, at bókin kom út á føroyskum, áðrenn hon kom út á donskum.