Allir skúlarnir kring landið hava reglur um fartelefonir í skúlanum. Tað vísir ein kanning, Mentamálaráðið hevur gjørt.
Sum vit skrivaðu í gjár, ætlar landsstýrismaðurin í mentmálum, at sum heild skulu fartelefonir og snildur úr skúlanum.
Seinasta skúlaár vóru 39 fólkaskúlar kring landið, umframt tveir frískúlar og ein serskúli. Tilsamans vóru næmingarnir 7.365 í tali. Men skúlarnir eru rættiliga ymiskir í stødd, har størsti skúlin hevur 784 næmingar og minsti skúlin hevur 2 næmingar.
Yvirlit yvir skúlarnar sæst í talvuni oman fyri, har frískúlarnir og Skúlin á trøðni eru merktir við grønum liti.
Upplýsingar eru frá 41 skúlum. Til bar ikki at fáa upplýsingar frá tí eina skúlanum, sum er ein lítil skúli við færri enn fimm næmingum.
Allir skúlarnir hava meginreglur um fartelefonir og teir hava eisini skipanir fyri, hvussu framferðin skal um telefonin kann brúkast í serligum førum.
Mentamálaráðið sigur at 15 skúlar hava gjørt av, at tað er ikki loyvt at hava fartelefon við í skúla.
Skúlarnir hava samstundis skipanir fyri, hvussu næmingarnir kunnu fáa telefon tá ið tað er neyðugt at koma í samband við foreldrini og eisini skipanir fyri, hvussu foreldrini kunnu fáa boð til skúlan.
Tað eru eisini reglur fyri um næmingara hava tørv á at hava telefon í sambandi við sjúku ella annað.
Harumframt eru tað skúlar, sum mæla til, at tey brúka knappatelefon, tá ið næmingar hava brúk fyri einum samskiftisamboði.
Átta skúlar hava partvíst forboð fyri fartelefonnýtslu, seks skúlar hava sett forboð fyri, at teir yngstu næmingar upp til 3. flokk, hava fartelefon við í skúla, og tveir skúlar hava forboð fyri næmingar upp til 7. flokk
Hinvegin eru tað 21 skúlar, sum vilja at forboð verður sett fyri, at næmingar hava fartelefonir ella snildur við í skúla.
Her er eisini talan um skúlarnir, ið frammanundan hava meginreglur um, at ikki er loyvt at hava fartelefonir við í skúla.
Færri børn hava snildtelefon og fleiri børn hava vanliga knappatelefon, sum ikki hevur samband við internetið
Hinir skúlarnir hava ikki upplýst, um teir vilja hava forboð fyri fartelefonum. Orsøkin er helst, at hetta ikki var ein beinleiðis spurningur í kanningini
Níggju skúlar hava tað skipan - ella teir mæla til at vit fáa tað skipan - at einans knappatelefonir, sum ikki hava internetsamband, verða nýttar ístaðin fyri fartelefonir og snildur.
LES EISINI: Landsstýrismaðurin vil hava bæði snildfonir og snildur úr skúlanum