Nógvir føroyingar halda feriu í Spania á hvørjum ári.
So er man í einum øki har eldar taka seg upp, so er ógvuliga týdningarmikið at hava fartelefonirnar uppladaðar, og at rætta seg eftir teimun boðum sum teir lokalu mynduleikarnir boða frá.
Teir senda alarmar út via sms til allar fartelefonir í økinum, eisini til føroysk nummur.
Ráðiligt er at hugsa seg um, áðrenn man í panikki ætlar at rýma við bili, tá eldurin longu er ógvusligur. Orsøkin til tess er, at um man er umringaður av stórum eldi, er skjótt at missa yvirlitið yvir hvar man er.
Eisini er skjótt at missa vitið av roykeitran, ella uppliva at bilurin kódnar vegna mangul uppá súrevni.
Tey flestu av teimum sum vòru funnin deyð í Almeria í gjár, vóru funnin í teirra bilum.
Lívfrøðiligar royndir av eru flognar til Madrid til ílegugreining (DNA-greining), fyri at eyðmergja offrini, og staðfesta teirra tjóðskap.
Virknir eldar í Suðurspania
Í løtuni eru minst 28 skógareldar skrásettir sum virknir í Spania. Sløkkilið og bjargingartænastur arbeiða við at fáa tamarhald á eldunum í fleiri landspørtum, millum annað í Andalusia, Katalónia, Aragón, Kastilju og León.
Størsti eldurin er enn í Almeria, har økið kring Los Gallardos og Bédar er rakt. Higartil hevur hann lagt umleið 6.600 hektarar í oyði.
Í dag eru betri veðurlíkindi, vindurin er skilnaður nakað, og tí hava sløkkiliðini nú sett ein meira offensivan innsats í verk, fyri at fáa tamarhald á eldinum.
Samstundis verða aðrir stórir eldar kring Spania fylgdir neyvt.
Myndugleikarnir eru í hægstu tilbúgving, tí heitt og turt veðurlag framvegis gevur vanda fyri, at nýggir eldar kunnu kykna.