Sum løgreglan hevur boðað frá, fara tey nú undir eitt miðvíst átak fyri at kanna ferðsluna við skúlarnar um morgunin, tá ið børnini verða koyrd í skúla.
Og tey løgdu longu fyri í gjáramorgunin tá ið tey kannaðu ferðsluna við Skúlan við Gøtugjógv.
Løgreglan sigur, at har fingu tríggir bilførarar bæði bót og klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at tey brúktu kravdu trygdarútgerðina, tað vil siga, at tey sótu ikki á barnasetri ella sótu í trygdarbelti.
LES EISINI: Fara at at kanna hvussu skilið er tá ið børnini verða koyrd í skúla