Ongi úrslit

Góðtaka ikki avgerðina at flyta kommunulæknarnar úr Vági

Arbeiðið at menna heilsumiðstøðina í Vági, heldur fram, hóast kommunulæknarnir verða fluttir til Vági
Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Kommunurnar í syðru helvt góðtaka ikki avgerðina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum. Tað siga Vágs kommuna, Sumbiar kommuna, Porkeris kommuna og Hovs kommuna í eini fráboðan í dag.

Í morgun boðaði landsstýriskvinnan í heilsumálum, Eyðdis Hartmann frá, at hon hevði tikið avgerð um, at leggja eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna á Tvøroyri, Tað vil siga, at kommunulæknarnir í Vági skuldu flyta á Tvøroyri at arbeiða.

Men tær fýra kommunurnar í syðru helvt krevja, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, og at møguleikin fyri eini heilsumiðstøð í Vági verður tikin í álvara.

– Í einum felags mótmæli til Heilsumálaráðið finnast tær fýra kommunurnar at avgerðini um staðsetingina.

Kommunurnar halda ikki, at avgerðin í nóg stóran mun tekur atlit at endamálinum við nýggju heilsulógini, sum millum annað skal tryggja borgarunum heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Tær sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví landsstýriskvinnan ikki tók av uppskotinum um at byggja verandi Heilsumiðstøð í Vági út til eina felags heilsumiðstøð.

Í lógini verður eisini lagt upp til, at verandi kommunulæknaviðtalur kring landið skulu varðveitast og mennast við fleiri heilsutænastum.

Heilsumiðstøðin í Vági verður enntá nevnd beinleiðis í sum eitt dømi um eina verandi heilsumiðstøð, har ymiskar heilsutænastur longu verða veittar.

Kommunurnar halda, at landafrøðilig viðurskifti, ferðing, atkomuviðurskifti og svartíð, táið brúk er fyri hjálp, eiga at verða tikin við í metingina.

Sambært kommununum er tað ikki nóg mikið at vísa á fyrimunirnar við einum sterkari fakligum umhvørvi og betri samstarvi, uttan samstundis at prógva, at borgarar í allari oynni fáa somu atgongd til heilsutænasturnar.

Kommunurnar heita tí á Heilsumálaráðið um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð og at viðgera uppskotið um eina heilsumiðstøð í Vági og leggja fram eina ítøkiliga meting av atkomuviðurskiftum og svartíðini í bæði norðaru og syðru helvt av Suðuroynni.

Harumframt vilja tær hava eina greiða frágreiðing um, hvussu kommunurnar eru tiknar við í tilgongdina, og hvørjar ítøkiligar grundgevingar liggja aftan fyri avgerðina um ikki at velja Vág.

Kommunurnar leggja dent á, at tær ikki eru ímóti at menna heilsutænasturnar í Suðuroynni ella at skapa eitt sterkari fakligt umhvørvi.

Men tær vilja ikki góðtaka, at fólkið í syðru helvt skulu svíða fyri eini slíkari menning. Tær fýra kommunurnar halda tí fast við, at Heilsumiðstøðin í Vági skal vera ein partur av framtíðar heilsuskipanini í Suðuroynni.

LES EISINI: Heilsumiðstøð fyri alla Suðuroy verður á Tvøroyri - har verða eisini allir kommunulæknarnir

LES EISINI: Hetta er at skerja heilsutænasturnar í Suðuroynni

Mest lisið hesa vikuna

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

24. november kl. 21:03

SEV: Stór príshækking á streymi næsta ár

Í gjár kl. 08:56

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Hon man vera heimsins djarvasta kvinna

5 tímar síðan

Ferðsluóhapp tí at bilførarin var blendaður av sólini

22. november kl. 09:20

TAKS ávarar: Svindlarar lokka føroyingar við skattapengum

21. november kl. 15:00