Vísir einans greinir úr bólkinum "Uttanlands".
Uttanlands
Ukraina umhugsar at kalla Russland fyri Moskovija
Fólk í Ukraina eru farin at samla undirskriftir, har tey heita á ukrainsku stjórnina at broyta navnið hjá Russlandi til Moskovija. Hetta, tí Russland ikki er arvingur til Kyiv-ríkið, sambært teimum, ið standa fyri hesum átakinum
Uttanlands
Tropisk melduródn kravt 190 mannalív
Ein tropisk melduródn, ið er navngivin Freddy, hevur herja í Afrika í fimm vikur, í vikuskiftinum rakti ódnin, aftur í Malawi
Uttanlands
Maðurin sum skeyt inn á Dubliner í Reykjavík er handtikin
Gerningsmaðurin, ið er undir illgruna at hava latið skot av inni í Dubliner í Reykjavík fyrrakvøldið, er handtikin, eftir at íslendska løgreglan fekk tipp frá almenninginum, hvar maðurin var staddur
Uttanlands
Embætisfólk eiga at droppa Snapchat og Dropbox á telefonini
Tað er ikki bara vælumtóki sosiali miðilin TikTok, ið er ein vandi fyri landsins trygd, sambært Center for Cybersikkerhed (CFCS) í Danmark. Nú verður eisini mælt til at droppa Snapchat og Dropbox
Uttanlands
Hugh Grant fær av at vita fyri sína Oscar-samrøðu
Kendi bretski sjónleikarin var til Oscar-filmsvirðislønina í gjárkvøldið, har hann hevði samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina ABC, og tað kom hann illa frá, sambært reaksjónum á sosialum miðlum
Uttanlands
Skottilburður í Reykjavík í gjár
Ein maður fór inn á Dubliners í Reykjavík og læt eitt skot av móti barrdiskinum. Maðurin er framvegis leysur
Uttanlands
Georgia sleppir umstríddum lógaruppskoti
Eftir harðar samanbrestir millum løgreglu og mótmælisfólk hevur stjórnarflokkurin í Georgia gjørt av at sleppa einum lógaruppskoti, sum mótmælisfólkini kallaðu "russiska lógin"
Uttanlands
Elon Musk biður um umbering eftir at hava háða eitt rørslutarnað starvsfólk hjá Twitter
Elon Musk mátti í gjár krúpa til krossin eftir at hann alment háðaði eitt starvsfólk hjá Twitter, sum hevur sjúkuna vøddasvinn og situr í koyristóli
Uttanlands
ST: Afghanistan er heimsins mest kvinnukúgandi land
Í sambandi við kvinnudagin sigur ST, at ongastaðni í heiminum eru umstøðurnar hjá konufólki verri enn í Afghanistan
Uttanlands
Nýtt amboð í stríðnum móti hevndarporno
Eitt nýtt amboð skal gera tað lættari hjá teimum, ið av onkrari orsøk hava intimar myndir liggjandi á netinum, at fáa myndirnar tiknar burtur
Uttanlands
Samanbrestir uttan fyri georgiska tjóðartingið
Í georgiska høvuðsstaðnum Tblisi hava samanbrestir verið millum løgreglu og mótmælisfólk, sum mótmæla einum lógaruppskoti, ið hevur til endamáls at gera tað torførari hjá frælsum miðlum at virka í landinum.
Uttanlands
Zelenskyj: - Vit ætla okkum at finna drápsmenninar
Í dag hevur eitt sjónbandsbrot av morðinum av einum ukreinskum hermanni verið í umferð. Nú hevur Zelenskyj sett sær fyri at finna drápsmenninar. Tað váttar hann á Telegram tráði, har hann dagliga ber almenninginum tíðindi viðvíkjandi krígnum millum Russland og Ukreina
Uttanlands
Løgreglan lagt hald á 2,4 tons av kokaini
Virði á stóru nøgdini av kokaininum er mett til at vera heili 677 milliónir dollarar
Uttanlands
Russland nær við at kringseta Bakhmut eftir fleiri mánaðar av stríði
At síggja til royna russar at forða fyri teimum seinastu ukrainsku farleiðunum inn og út av býnum Bakhmut
Uttanlands
Týskland fer at keypa stríðsvognar úr Sveis
Stríðsvognarnir Týskland ynskir at keypa eru framleiddir í Týsklandi. Nú skulu teir heim til Týsklands aftur so teir kunna setast í staðin fyri teir, sum Týskland sendir til Ukraina
Uttanlands
Umstríddur republikanari skal kannast fyri lógarbrot
Topppolitikarin hevur m.a viðgingið at hava logið um sína útbúgving, sína løn, at hann er jødi, og at omman og abbin yvirlivdu Holocaust
Uttanlands
Týski landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum vil forbjóða ósunnum matarlýsingum til børn
Sambært týska landbúnaðarmálaráðharranum er tíðin komin til at verja týsk børn í móti yvirvekt ella sukursjúku takkað verið ósunnum mati
Uttanlands
Tesla lækkar aftur prísin á einum av teirra mest vælumtóktu bilum
Elbilafyritøkan Tesla hevur síðan hósdagin skorið 30.000 krónur av prísinum á einum av mest vælumtóktu bilasløgunum hjá fyritøkuni, Model 3
Uttanlands
Aftur ein jarðskjálvti í Turkalandi
Fleiri eru deyð og særd í jarðskjálvta, sum seinnapartin í dag hevur verið við markið millum Turkaland og Sýria
Uttanlands
Turkaland er til reiðar at halda fleiri fundir um svenskan Nato limaskap
Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlüt Cavusoglu, lat á einum tíðindafundi í dag óvæntað dyrnar upp fyri eini tvíðrøðu við Svøríki um teirra Nato limaskap
Uttanlands
Viktor Orbán: Europa er í óbeinleiðis kríggi við Russland
Ungariski forsetin sigur, at tað ikki kemur uppá tal, at Ungarn fer at senda vápn til Ukraina ella at kvetta fíggjarligu sambondini við Moskva
Uttanlands
Christian Atsu er deyður
Fyrrverandi Premier League spælari er í morgun funnin deyður í Turkalandi
Uttanlands
Norra letur 51 milliardir til Ukraina
Norra letur 75 milliardir norskar krónur frá oljuinntøkum til Ukraina
Uttanlands
51 ára gomul bjóðar Trump av
Hon er av indiskum uppruna, og í síni tíð valdi Donald Trump hana at vera ST sendikvinnu

Fanst tú ikki tað, tú leitaði eftir?

Royn leitifunkuna